“Kunngering av orði Guds” er ein altjóða bíbliuundirvísingartænasta í samband við CEF. Tað er ein roynd at uppfylla andaliga tørv teirra, sum virka í hesum heimsumfatandi arbeiði. Hetta er eisini fyri tey, sum av álvara taka bíbliuna sum orð Guds.
Tænastan umboðar CEF á ymiskum støðum og í samband við ymisk tiltøk.
LÆRA OG PRÆDIKA.
Við at læra í CEF stovnum,
við at umboða CEF og læra í bíbliuskúlum og bíbliuskeiðum,
við at læra á ráðstevnum, skeiðum og samkomufundum.
Umboða CEF.
Við at vitja pastorar og kristnar leiðarar. Umboða CEF á altjóða pallborðum, samráðingum og ráðstevnum.
Skriving.
Við at skriva tíðindastubbar og blaðgreinar. Flestu av teimum vilja verða at finna á hesum síðum.
James N. Spurgeon skrivaði:
Eitt arbeiði er títt væl, ein tænasta er kall Kristusar. Í arbeiði væntar tú nakað afturfyri, í eini tænastu gevur tú. Í einum arbeiði gevur tú nakað fyri at fáa nakað, í eini tænastu gevur tú nakað aftur, sum tú longu hevði fingið. Eitt arbeiði avhongur av tí førimuni tú hevur, ein tænasta avhongur av, um tú ert Gudi tøkur. Eitt arbeiði, sum er væl gjørt, gevur tær heiður, ein tænasta, sum er væl gjørd, er Gudi til heiður.
Henda tænasta er ætlað Harra og frelsara okkara Jesusi Kristi til heiður!