Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

At røkka postmodernistiskum børnum

(1. Krønikubók 12, 32)

1.  Hvat er annarleiðis við tíðini, sum børn okkara liva í?

Postmodernistiska ættarliðið heldur, at “allar áskoðanir hava eitt ella annað sjónarmið” (“hvørt punkt frá einum útsýni er eitt útsýni frá einum punkti.”)
Í eitt vist mál er hetta satt. Vit hava ofta hug at síggja tingini bert frá okkara egna útsýni. Postmodernistiska ættarliðið hevur eina fríska skepsis viðvíkjandi modernismunnar skynsemishugsan og undanfarnu krøv upp á kunnleika og vissu.

2. Tríggir mátar at hugsa:

2. 1  gud-miðsavnan.
2. 2  modernisma.
2. 3  postmodernisma.

3. Tá ið vit geva postmodernistiska ættarliðinum evangeliið.

Vit mugu víðka týdningin, sum vit leggja í at boða gleðiboðskapin.

Postmodernistar góðtaka ikki so lætt traditionellar grundgevingar og mátar at seta fram evangeliið. Tey hava spurningar bygdar á postmodernistiskan hugsanarhátt um lívið og veruleikar. Hvussuleiðis vit venda okkum til postmodernistar, má vera ein partur í kunngering okkara av krøvum Kristusar. Endamálið í allari tænastu má vera at hjálpa fólki frá fíggindskapi móti Gudi til kærleika til hansara. (5.Mósebók 6,5).

Vit eiga at virðismeta tað, sum vit hava í felag við postmodernistiska ættarliðið.
Vit mugu skilja, hvussu ómetaliga nógv vit hava at luta felags við postmodernistiska ættarliðið.
Tað eru fleiri áðskoðanir og virðir í postmodernistisku mentanini, sum til fulnar ella partvíst falla saman við søguligu kristnu heimsáskoðanini. Hetta gevur eitt felags grundarlag, har vit kunnu knýta samskifti. Til dømis:

Tann vesturlendska mentanin ger eingi framstig.
Vit, sum trúgva bíbliuni, hava ongantíð trúð, at menniskjalig samfeløg fara at føra til ein fullkomnan heim.
Evangelisk trúgvandi kunnu halda við posmodernistiska ættarliðinum í hesum. Vit kunnu spyrja fólk, um tøknifrøðin ikki er við til at føra okkum móti utopia, ella hvar enda vit? Modernisman var ógvuliga bjartskygd, tað er postmodernisman ikki.

Umhugsan viðvíkjandi rasismu og rættvísi.
Postmodernistiska ættarliðið hugsar nógv um mál sum rasu og kyn. Eisini vit hava áhuga fyri slíkum málum, men hvat verður grundarlagið undir rættvísi og javnrættindi?

Áhugi fyri vistfrøði.
Postmodernistiska ættarliðið er á odda í stríðnum móti dálking. Vit trúgvandi skuldu víst enn meiri umsorgan fyri klótu (planet) okkara. Vit kunnu taka lut í teirra ynskjum um ein reinari og betri heim.

Áherðsla á tey listaligu skapanarevnini.Vit síggja, at á Areopagus tók ápostulin Paulus til skøldini á staðnum heldur enn til profetarnar (Ápostlasøgan 17). Vit trúgvandi áttu at stuðla skapandi evnum við at fáa røddir frá listini og mentanini at vísa mynd Guds, hóast tey ikki kenna hann.

Góð viðurskifti eru alneyðug.
Posmodernistiska ættarliðið virðismetir ógvuliga høgt sonn og góð viðurskifti, um tey kunnu finna tey. Við trúgv okkara á ein tríeindan Gud, síggja vit eisini góð viðurskifti vera hjartamálið í lívsroyndum menniskjans.

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).