ProWord
Var tú signaður av at lesa fylgjandi?
At tæna Gudi sum ein familja
Tað eru fleiri og fleiri familjur, har børnini ikki fylgja Harranum. Gud vil hava familjurnar at tæna sær.Fyriskipanir Guds.
- Pápin (Efesusbr. 5,23; 1.Timoteusar br.3,4-5).
Læra orð Guds (leiðbeining).
At biðja við familjuni.
Vera fyridømi.
Elska konu og børn.
Vísa várkunn og fastleika.
- Mamman (Orðtøkini 31,25-28; Titus 2,3-5).
Hava umsorgan fyri likamliga og andaliga tørvinum hjá manni og børnum. Lata heimið hava fyrstaplássið og halga seg tí.
- Børn ( Orðtøkini 1,8; Ef. 6,1-2; Orðt. 23,24-25).
Børn mugu vera foreldrum sínum undirgivin í Harranum.
Góð lyndiseyðkenni hjá Job. (Job 1,1-5).
Job óttaðist Gud og skýggjaði hitt illa (vers 1) og tilbað Gud (vers 5). Sum ein góður pápi livdi hann eitt reiðiligt lív fyri Gudi og børnum sínum.
Hann hevði umsorgan fyri andaliga og tímiliga tørvi teirra. Hann bað fyri teimum, at Harrin skuldi fyrigeva teimum syndir teirra, og at tey máttu bera seg rætt at.
Ábraham, ein framúrskarandi persónur, ein faðir, sum livdi Gudi nær (1. Mósebók 18,19).
Ábraham trúði fult og fast á, at orð Guds er sannleiki, vísdómur og signing fyri hann og børn hansara. Tí beyð hann børnum sínum at halda seg til Harran, eins og hann hevði fylgt Harranum eftir.
Sum pápi vandi hann børn sín til undirgivni.
Gud vil, at familjur tæna honum.