Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Bøn beinleiðis úr Hades

Lukas 16, 19-31.
Judasarbr. 22-23.
1.Korintbr. 16,15.

Hvat er trúboðan?

Trúboðan er tænasta við fullari halgan, soleiðis at onnur hoyra evangeliið!

Havi eg eitt ynski um at geva meg til Gud á ein sovorðnan hátt, at eg geri alt fyri, at fólk, sum eg umgangist, vilja hava tað torført við at velja at fara til Helviti?

Hvat er kall mítt?
Eri eg sendur? Havi eg til fulnar tikið ta ábyrgd, sum Gud hevur litið mær upp í hendur?
Hví trúgvandi eiga at arbeiða í trúboðan.

1.    Tveir stórir spurningar.

Spurningur mansins í bíbliuni:  “Eigi eg at ansa eftir bróður mínum?” (1. Mósebók 4,9).
 Tað var Káin, sum royndi at rættvísgera seg sjálvan, sum spurdi hendan spurning.
Tann næststørsti spurningurin:
“Hvør er næsti mín?” (Luk. 10,29).  
Tann lógkøni visti ikki, hvør ið var næsti hansara.
Øll trúgvandi eiga at spyrja hesar tveir spurningar. Og harafturat eiga vit at svara teimum!
2.    Ein ferð til Hades – Luk. 16, 19-31.

Hades er fult av fólki, sum rópa eftir trúboðarum. Hades er ein samkoma av slíkum, sum koyrdu Gud frá sær og eru í ævinleikanum uttan Gud. Tey kenna veruleikan, men eru uttan Gud í allar ævir.

Nógv trúgvandi lesa bíbliuna og biðja: “Her eri eg, send meg!” og gera tó einki við trúboðan og eru nøgd við eitt grunt andaligt lív. Tey brýggja seg ikki um tey, sum fara til Hades. Vendir tað makedoniska kallið frá Ápostlasøguni sær til trúgvandi í 21. øld?

3.   Hagtøl.  

Hagtøl siga, at einans 3% av trúgvandi eru við í trúboðan.

Trúgvandi brúka meiri pening til mat til kettuna og hundin enn til trúboðan.

Er tað undarligt, at fleiri og fleiri fólk fara til Hades?

Ein vanligur limur í einari evangeliskari  samkomu er ikki førur fyri at hava ein vitnisburð um Harran Jesus.

Bíblian er mest lisna bók í heiminun, men flest trúgvandi lesa ikki meir enn tríggjar kapitlar um vikuna.

4.     Sjón.

Nøkur trúgvandi eru so glað, um at tey skulu til Himmals, at tey gloyma tey, sum eru á veg til Helviti. Trúgvandi tørva eina sjón av Helviti. Henda sjón vil hjálpa okkum at biðja saman, fasta og geva okkara lív til frelsu teirra fortaptu. Sjónin um tey fortaptu má byrja í heimum teirra trúgvandi og má ávirka okkara lummar og bankakontur.

Um eg ikki kann fara, má eg senda onkran annan.

Størsti tørvurin er veruliga at biðja. Okkum tørvar  ein ”bønarhugburð”,  sum er mistur í nútíðar samkomum.

Er trúboðan mest átrokandi avbjóðing okkara, ella vilja vit heldur fjala okkum aftan fyri veggirnar í  óbúnu samkomum okkara?

5.    Støða heimsins.

66 av hvørjum 100 menniskjum, sum liva í dag, hava ongantíð hoyrt um Harran Jesus.

70 av teimum eru ikki-hvít.
57 eru asiatar.
21 eru evropearar.
70 eru ikki før fyri at lesa.
50 fara svong í song.
1   kann reypa av at lesa á fróðskaparsetri.
40 av teimum eru børn, opin fyri gleðiboðskapinum.
6   av teimum eiga 50% av heimsins ríkidømi.
3  eru sera nær Hades, kanska í dag.

Øll hesi hagtøl hava ongan týdning, um vit ikki lurta eftir, hvat Heilagi Andin sigur! Hann ynskir at virka gjøgnum okkum!

6.    Ætlan Guds fyri hin trúgvandi.

Bið meira og ver virkin í trúboðan.

Tað er neyðugt, at vit spyrja nakrar spurningar:
Hvussu hevði okkara samkoma verið, um allir limirnir vóru so ídnir sum eg.
Hvussu hevði hon verið, um øll góvu so nógv, sum eg?   
Hvussu hevði verið, um øll bóðu sum eg?
Kann eg gera meir?
Kann eg geva meir?
Kann eg biðja meir?
                 
Hugsa  um tey, sum tú fert at møta í Himli; tey, sum tú vitnaði fyri um Harran og leiddi til Frelsaran.
Um ikki tú, hvør tá?
Um ikki her, hvar tá?
Um ikki nú, nær tá?

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).