ProWord
Var tú signaður av at lesa fylgjandi?
Czeslaw Bassara
1948. Føddur í Brzeszcze tætt við Oswiecim (Auschwitz) í Pólandi, trúgvandi foreldur.1965. Kom at kenna Harran sum sín frelsara. Sama árið byrjaði tænasta millum børn í Pólandi.
Gekk í skúla og arbeiddi í Oswiecim og har umkring inntil 1969.
1969-1974. Las gudfrøði á Christian Theological Academy í Warsawa, Pólandi.
1972. Giftist við Helenu. Tvey børn, Bogdan (føddur í 1975) og Dorota (fødd í 1979). Bæði eru gift og saman við hjúnarfeløgum sínum (Agnieszka og Konrad) eru tey við í CEF tænastuni.
1975. Fekk MA-prógv í gudfrøði í Pólandi..
1976. Tók leiðsluvenjingarskeið á CEF skúlanum í Kilchzimmer, Sveits.
1969-1990. Lagt til rættis tiltøk fyri børn og ung og vant lærarar og foreldur í Pólandi.
1982-1990. Grunda samkomur og undirvíst á bíbliuskúlum og evangeliskum samkomum í Pólandi.
1991 inntil 2006/2007. Saman við Helenu tænt sum CEF-leiðari fyri mið-og eystureuropa.
Serliga í CEF tænastuni í Russlandi og mið Asia so væl sum leiðbeint leiðarum í 30 londum. Vóru eisini limir av European Field Council.
2000-2006. Las til doktaraheiti í gudfrøði á evangeliska gudfrøðisskúlanum í Heverlee/Leuven í Belgiu.
2006. Fekk doktaraheiti í gudfrøði í “Postmodern Herneneutics and the Evangelical Response.”
2008. Stovnaði “Kunngering av orði Guds!”, sum er altjóða bíbliuundirvísingartænastan hjá CEF.
Dr. Czeslaw Bassara dugir enskt, týskt, russiskt, polskt og Esperanto. Tænasta hansara í bíbliuundirvísing hevur ført hann til meira enn 60 lond í øllum heimspørtum.
Síðani, brøður - biðið fyri okkum, at orð Harrans skal ganga fram og verða dýrmett eins og hjá tykkum, 2.Tessalonikabræv 3,1.