Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Eg komi skjótt! Harrin Jesus

Opinberingin  3, 11-12.

1. “Eg komi skjótt!”

1.    1. “Koma” Harrans Jesusar til Efesus, Pergamus og Sardis var ein koma við dómi, men koma hansara til Filadelfia var fyri at gera enda á líðingum teirra.

1.    2. “Eg komi skjótt” er ein ávaring til kúgarar og ein eggjan til kúgað.

1.    3.  Tey trúgvandi eiga altíð at vera til reiðar til afturkomu Jesusar. (Op. 3,3). Við at vænta Harran Jesus brádliga halda vit á í trúfastari tænastu.

2.    Templið.

Bjargingin, nevnd í Op. 3,10, hongur her saman við afturkomu Harrans Jesusar eftir samkomuni. Templið sipar helst til túsundáraríkið ella til hitt Nýggja Jerúsalem. Tann sanni trúgvandi fær eitt pláss við tænastu og heiður fyri Gudi.
3.    Nøvnini.

Tey trý nøvnini, sum nevnd verða, geva eina vissu fyri ævigari trygd í Harranum Jesusi.

  • Navn Guds míns vísir ognarrættin
  • Navn staðarins vísir himmalskan borgararætt.
  • Og  navn mítt, hitt nýggja  merkir  arvarætt saman við Harranum Jesusi.

4.   Krúnur.

4.1.    Krúnur fyri tey, sum sigra.
“Krúnan”, sum givin varð, var sigurskransur teirra, sum vunnu kappingar. Tað, sum lovað var, varð ognað býi, sum kendur var fyri ítróttarkappingar, og er kent í nýggja testamenti sum dømi um løn fyri trúgva tænastu. Ápostulin Paulus skrivaði til Timoteus, stutt áðrenn hann doyði: 2. Timoteusar br. 4,7-8.

4.2.   At missa krúnuna.
Skeiv framferð kann gera, at ein missir krúnu , sum var vunnin frammanundan. (2. Jóh.br. 8)  Krúnan merkir tann kongaliga myndugleika, sum givin er hinum sigrandi samarvingum  Harrans Jesusar. Dómstólur Kristusar fer at geva løn ella tap. (2.Korintbr. 5,10).

5.    Súlur.

Til tey sigrandi verður sagt, at tey skulu gerast “súlur” í templi Guds. Súlur eru tað berandi og støðuga í einum bygningi. At vera ein súla í templinum hevur tað við sær, at hava eitt virðiligt pláss í tænastu í kongadømi Krists. (Hygg  Esaias 22,23 og Lukas 19,16-19).

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).