Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Frelst til at tæna!

”Vil nakar tæna Mær - hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera! Um nakar tænir Mær - hann skal Faðirin æra”. Jóh. Ev. 12,26.

Tænarar fylgja Harranum:  Hvør tann, sum tænir mær, má fylgja mær...

Harrin Jesus sigur staðiliga, at tænarar hansara mugu fylgja honum! Tað er ongantíð rættur tænarans at gera, sum hann vil. At fylgja Kristusi er at verða leiddur av Anda hansara, at taka avgerðir saman við honum, at liva fyri hann, at gera tað, sum hann vil hava okkum at gera.

Tá ið vit lesa í  nýggja testamenti, umboða tænarar vanliga grikskar  doulos (trælir)  ella diakonir (hjálparar). Hetta er sostatt sama merking. Bæði orðini merkja ein mann, sum er undir einum øðrum. Vit eru keypt at tæna meistaranum.

Hvat arbeiði setur Harrin Jesus tænarar sínar at gera? Hann setur teir at tæna felagstænarum teirra og vil, at teir eru villigir at gera hvat sum helst, hvat tað nú kann kosta.
Tænarar eru har, Jesus virkar... og har eg eri, skulu tænarar mínir eisini vera.

"Faðir Mín arbeiðir líka til nú; Eg arbeiði við." Jóh. 5,17  Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum. Efesus  2,10.

Gud virkar í heiminum! Vit kunnu og vilja arbeiða við. Tænasta er ikki bara fyri “Harrans tænarar” ella tey, sum hava verið á bíbliuskúla. Um vit bíða ella bert seta lít okkara til tey, fremja vit ógvuliga lítið.

Tænarar verða ærdir av Gudi...  Faðir mín vil æra tann, sum tænir mær.

Tá ið vit tæna Gudi við gleði, spenningi og eldhuga, vil hann æra okkum. Tað er ongin heiður her á jørð, sum kann samanlíknast við tað. Tey, sum tæna, skal Gud æra.

Tann stóri fiólspælarin Paganini  tilskrivaði býnum Genoa ómetaliga góðu violin sína, treytað av, at tað aldri skuldi spælast upp á hana. Viðurin í slíkum ljóðføri heldur sær betur, tá ið lóðførið verður brúkt, men verður tað lagt til síðis, spillist tað. Fantastiska fiól Paganini´s er í dag uppetin av ormi og dugir bara sum fornminni. Tá ið ein trúgvandi sigst undan at tæna, verða evni hansara at tæna niðurbrotin.

Tænarar fylgja Harranum! Tænarar finnast, har Jesus virkar! Tænarar vilja verða ærdir av Gudi!

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).