Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Gleðin av at toknast Gudi

Lukas 12,32.

Lukas hevði ikki ta gleðina at hava fylgst við  Jesusi og tosað við hann sum Matteus, Pætur ella Jákup. Hann var lækni, men hoyrdi evangeliið og valdi at verða Gudi lýðin og skriva niður munnligar frásøgnir, hann hoyrdi um son Guds. Hann var heidningur og skrivaði evangelisku frásagnirnar soleiðis, at fólk, sum ikki vóru jødar, kundu skilja tað.

Hví segði Jesus: “Óttast ikki lítla fylgi.”

Tey komu fleiri túsund at hoyra, verða mettað ella at verða grødd. Bara nøkur fá fylgdu honum veruliga. Tey nevndi hann sum sítt “lítla fylgi.”

Hevur Gud gleði av okkum og børnum okkara?

Tey, sum hoyra honum til, líta á hann.
Gudi toknast, at vit líta á hann.  “Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum.”  Hebrearabr. 11,6.  “Tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.” Rómbr. 8,8. Tey, sum ynskja at toknast Gudi, vóna á Kristus og vakurleikan av heilagleika hansara. Tey, sum ynskja at toknast Gudi, søkja fyrst ríki Guds og rættvísi hansara. Tey, sum ynskja at toknast Gudi, vilja líta á hann.
Tey, sum hoyra honum til, prísa honum.
Dávid sigur í Sálmi 69,31-32: “Eg skal prísa navni Guds við songi, hálova Honum við tøkk;
tað skal líka HARRANUM betur enn ungur tarvur við hornum og kleyvum.” Við øðrum orðum, tey, sum toknast Gudi, eru tey, sum prísa honum. Tey koma í hús faðirs síns við songi. Tey vilja prísa Gudi við songi. Vilji okkara at prísa honum við songi og gera Gud størri enn lívið sjálvt, toknast honum mangan betri enn  tað stíva og vanabundna.

Jesus sang ein sang, beint áðrenn hann læt seg leiða til krossin. Skriftin sigur: ”Táið teir nú høvdu sungið lovsongin, fóru teir út til Oljufjallið.” Matteus 26,30. Bíblian tekur fram  meira enn 25 dømi, hvar fólk Guds syngur ein song til Harran.  Gud hevur gleði av teimum, sum syngja honum prís.

Tey, sum hoyra til ríki Hansara, boða hann.
Um vit hava ynski um at toknast Gudi, eiga vit at prædika Kristus. Vit kunnu ikki prædika gleðiboðskapin við bert at tala tað, sum menniskju ynskja at hoyra.  1. Korintbr. 1,21;  Galatiabr. 1,10.

Vit eiga at siga sum Kristus: ”Tí eg geri altíð tað, sum Honum líkar.” Jóh. Ev. 8,29;  Róm.15,3. Hvør ein gáva, at vit eru honum so dýr, at tað toknast honum at gera okkum til íbúgvar í ríki Guds.

Ríki Guds er jú ikki orð, men kraft. 1. Korintbr. 4,20.

1.    Kraftin av umsorgan hansara: Gud gevur okkum dagligt breyð. Matt. 6,11, livandi vatn. Jóh. 4,14, troyst og hvílu. Matt. 11,28.
2.    Kraftin av vernd hansara: Gud gevur einglum sínum boð um at varðveita okkum. Sálmur 91, 11-13.
Kraftin av lyftum hansara:  Gud gevur okkum orð sítt. Sálmur 107,20.

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).