Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Gud í lívi Ábrahams

1.    Mósebók 12,8.

Byggir altar.

Tá ið vit hyggja eftir lívi Ábrahams, síggja vit, hvussu nær hann livdi Gudi. Ábraham bygdi altar og ákallaði navn Harrans. Í veruleikanum var tað tað einasta, hann bygdi. T.d. síggja vit ongastaðni, at hann bygdi borgir. Við endan av lívi hansara síggja vit, at hann bygdi eitt gravstað til Sáru. Men hvar enn hann fór, bygdi hann eitt altar og setti alt í lívi sínum í samband við Gud. Eftir sum hann bygdi altar, kunnu vit gera ein samandrátt av ævisøgu hansara.

Ábraham tilbað Gud. Tað var tað mest umráðandi hjá honum. T.d. tilbað hann Gud, tá ið:

  • hann kom aftur úr Egyptalandi (1. Mós.13, 2-4);
  • hann sá hitt lovaða landið ( 1. Mós. 13,14-18);
  • Harrin opinberaði seg fyri honum og broytti navn hansara frá Ábram til Ábraham (1. Mós. 17,3-5);
  • hann gjørdi ein sáttmála við Abimelek í Be´erseba (1.Mós. 21,33).

At byggja altar var ikki nøkur løtt uppgáva. Ein hevði brúk fyri steinum og múrkálki. Men tað torførasta altarið at byggja, var tað á Moriafjalli. At byggja hetta altarið skaddi kanska ikki ryggin, men breyt hjarta hansara. Hann visti, at hetta altarið, sum hann bygdi, var til egna son hansara. Í eygum Harrans hevði Ábraham ofrað son sín. Tað var ikki av tilvild, at veðrurin var har, Gud hevði syrgt fyri tí.
Gudfrøði Ábrahams.

Ábraham kendi Gud betur enn nakar av samtíðarfólkum hansara. Tað var Gud, sum opinberaði fyri Ábrahami tann stóra sannleikan um seg sjálvan (1.Mós. 18,19). Eingin bíblia var tá. Einasta kelda um Gud var Gud sjálvur. Gud opinberaði seg fyri Ábrahami. Tá ið Abraham talaði við Gud, ella tá ið hann talaði um Gud, nýtti hann fylgjandi nøvn:
 
ADONAI (HARRIN, MEISTARI) -1. Mós. 15,2.

YAHWEH (HARRIN – EG ERI) - 1.Mós. 15,2.

EL ELYON ( GUD HIN HÆGSTI) - 1. Mós. 14,22.

EL SHADDAI (GUD HIN ALVALDI) -1.Mós. 17,1.

EL ROI  (GUD, SUM SÆR MEG) - 1. Mós. 16,13.

EL OLAM ( GUD HIN ÆVIGI) - 1.Mós.21, 33.

YAHWEH  JIREH  ( GUD SUM ÚTVEGAR (ella sær)) - 1. Mós. 22,14.

Ábraham hevði onga bíbliu, men hann kendi Gud betur enn mong, sum hava eina. Alt eftir, hvussu vit kenna Gud, er lív okkara. “Vís mær Gud tín, og eg kann siga tær, hvussu tú livir, og eisini hvar tú verður í ævinleikanum!”

At koma at kenna Gud er grundarlagið. Uttan hann er einki veruligt lív og eingin tænasta.

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).