ProWord
Var tú signaður av at lesa fylgjandi?
Harrin Jesus. Hvussu hann er, og hvat hann ger?
(Sambært Opinberingina 3,7-9)Býurin Filadelfia.
Samkoman í Filadelfia hevði gjørt meira enn nøkur onnur av teimum sjey samkomunum í Opinberingini. Samkoman var trúføst í tænastuni. Hon livdi nær Harranum, og hann fordømdi hana ikki, nevndi enntá ikki synd hennara. Avbjóðing hennara galt framtíðina. Mundi hon fara gjøgnum dyrnar, sum Harrin Jesus hevði sett opnar fyri henni?
Harrin Jesus – skrivarin.
Í Op. 3,7-13 nevndi Harrin Jesus seg soleiðis, at tey, sum fingu brævið, skiltu tað.
1. Hann er heilagur ( Op. 3,7).
Harrin Jesus var moralskt fullkomin og uttan brek ella lýti. Karakterur hansara var lýtaleysur. Heilagleiki er ein umráðandi eginleiki hjá Gudi. “Hin heilagi” er eitt vælkent navn fyri Gud hjá jødunum. Í Esaias 43,15 sigur Gud: “ Eg Harrin, eri hin heilagi tykkara, skapari Ísraels, kongur tykkara.” Vit mugu síggja heilagleika Harrans Jesusar sum Gud. Hann er heilagur,- tí hatar hann synd. Vantrúgvandi hava fyri neyðini at loyva honum at greiða vandamál síni, komin av synd. Hann er heilagur – tí eiga trúgvandi at vera heiløg eisini.
2. Hann er sannorðaður (Op. 3,7).
Harrin Jesus er aftan fyri alt, hann er heilt og fult trúverdur og álítandi.
Hann sigur, at hann er “Sannleikin”, í upprunamálinum (anathenos), orðið merkir nakað veruligt, satt og álítandi. Vit finna í Harranum Jesusi tað, sum er veruligt. Tá ið vit geva honum gætur, hava vit fyri okkum fullkomnan sannleika. Jesus er veruligur. At vera sannleikin merkir, at hvørt orð, sum hann talar, er sanna orð Guds, og at hvørt lyfti, hann gevur, verður uppfylt. Tí kunnu vit líta á hann til frelsu. Sum trúgvandi hava vit fyri neyðini at skilja, at tað, sum Harrin Jesus sigur okkum, er sannleikin. Um hann “opnar dyr fyri okkum við møguleikum”, merkir tað, at vit kunnu fara gjøgnum tær og gera tað, sum hann væntar av okkum.
3. Hann hevur lykil Dávids (Op. 3,7).
Lyklar umboða myndugleika. Harrin Jesus hevur “lykil Dávids.” Bara í einum øðrum stað er nevnt um lykil Dávids, í Esaias 22,20-23. Eljakim hevði lykil húss Dávids gjøgnum stjórnartíð Ezekiasar kongs. Hesin lykil læt upp hús Dávids, har allir dýrgripir judakonga vóru goymdir. Eljakim helt skil á, hvør kundi koma inn, og hvør ið fór út, hvør ið hevði atgongd til kongin.
Hann stóð konginum næstur. Tað var hann, ið læt upp og stongdi dyrnar.
4. Hann elskaði tey (Op. 3,9).
Harrin Jesus skilti torføru støðu teirra í Filadelfia. Harrin Jesus vildi teimum tað besta (Jóh. ev. 16,27). Hesi í Filadelfia (bróðurkærleiki) vóru komin undir kærleika Guds. Veruligur bróðurkærleiki er ómøguligur uttan fyrst at hava móttikið kærleika Guds. Vantrúgvandi tørvar at vita, at Harrin Jesus doyði fyri sakir kærleikans. Hann ynskir at frelsa syndarar vegna kærleika sín. (Jóh. 3,16; Rómbr. 5,8).