ProWord
Var tú signaður av at lesa fylgjandi?
Hví eiga vit at geva okkum í tænastu evangeliums?
Matteus 28,18-20;
Markus 16,15;
Jóhannes 20,21;
Rómbr. 10,13-15;
Ápostlasøgan 13,2-4.
Tað er ein søguligur veruleiki, at tjóðir uttan evangeliið hava meira fátækdømi, brotsverk, sjúku, oyðiløgd heim, børn uttan fyri hjúnalag, havisjúku, rotinskap og kríggj enn tey, sum geva evangeliinum fríar ræsur.
Skrásetingar vísa, at í 6000 ár hava 14530 kríggj verið førd. Hetta er tað sama sum 2,6 um árið. Tað kostaði Cæcar 75 dollarar at drepa ein fígginda. Tað kostaði Napoleon 3000 dollarar. Undir fyrra heimsbardaga vóru 21000 dollarar brúktir fyri hvønn deyðan fígginda. Undir seinna heimsbardaga vóru 200000 dollarar brúktir.
Í dag kosta kríggj umleið 1000000 dollarar fyri hvønn.
Hugsa tær, at hasin peningurin hevði verðið brúktur til at kunngera evangeliið.
Orsøkir fyri at kunngera evangeliið:
1. At gera eftir boðum Harra okkara Jesu Krists. Matt.28,19-20.
A. Vit hava heldur hugsað meir um bygningar okkara.
B. Vit hava heldur verið upptikin við stór tøl.
C. Vit hava heldur verið upptikin við samfelagsligu støðu okkara, (hvussu mangar serfrøðingar vit hava).
2 At luta við onnur miskunn Harrans Jesusar. Matt. 9,36-38; 18,10-14.
A. Okkum tørvar at hoyra rópið úr erva. “Far til hús Korneliusar!”
B. Okkum tørvar at hoyra rópið úr neðra. “Send onkran til brøður mínar!”
C. Okkum tørvar at hoyra rópið frá markini. “Kom yvir til Makkedonia!”
3 At dýrdargera Gud við at leiða menniskju til Harran Jesus Kristus. Jóh. 3,16; Áp. 1,8; Róm. 10,13-15.
A. Fáa børn frelst úr vónloysi og tómleika.
B. Náa fangum í fangahúsunum.
C. Náa menniskjum har eg eri við at vitja.
D. Náa menniskjum runt um í heiminum við evangeliinum.
4. At byggja upp likam Harrans Jesu Krists. Efesusbr. 4,12-16.
A. Manningin at kunngera gleðiboðskapin kemur úr tí staðbundnu samkomuni.
B. Tann staðbundna samkoman er halgidómurin, har biðið verður fyri boðanini av gleðiboðskapinum.
C. Tann staðbundna samkoman útvegar tað, sum tørvar til at boða evangeliið.