Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Hví er tað neyðugt at bera børnunum gleðiboðskapin?

Ápostulin Paulus ger greitt í Rómbrævinum 1,16, at evangeliið er “kraft Guds til frelsu, hvørjum tí til frelsu sum trýr.” Seinasta boð Harrans Jesusar til okkara var: “prædikið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum.” Markus 16,15.

1.    Tann fyrsta og mest átrokandi grundin til, at tað er neyðugt at bera børnunum boðskapin, eru avgjørdu boð Harrans Jesusar. Trúgvandi kunnu ikki sleppa sær undan ella ganga uttan um boð hansara. Harrin Jesus vil hava børnini at koma. Mark. 10,14; Matt. 18,14.  Bíbilsk trúboðan er, at tað er neyðugt at bera boðskapin til øll, eisini børnini.

2.    Børn hava ein andaligan tørv. Uttan Harran Jesus eru tey andaliga deyð. Teirra vandamál er synd, og tey mugu líta á Harran Jesus.

3.    Børn eru før fyri at taka ímóti gleðiboðskapinum við einfalt at trúgva. Pat Verbal, barnahøvundur og ráðgevi hjá Intenational Network of Children’s Ministry sigur: “ 75-85% av trúgvandi í dag koma til trúgv, áðrenn tey eru 15.”
4.    Børn eru sera opin fyri gleðiboðskapinum. Sambært Barna Research koma, eftir øllum at døma, nógv fleiri børn til trúgv enn ung og vaksin. 32 % av børnum frá 5 til 13 koma, eftir øllum at døma, til Kristus. Tað fer niður á 4 % hjá 14 til 18 ára gomlum, og hjá restini liggur talið á 6 %.

5.    Børn hava longri framtíð. Boðskapurin til børn er ein íløga í framtíðina. Fólkatalið í heiminum er nú meira enn 6.000.000.000. Minst ein triðingur eru børn, og tey eru framtíð samkomunnar og framtíð tjóðanna. Eitt frelst barn er eisini eitt frelst lív.

6.    Børn eru ofta amboð hjá Gudi til frelsu fyri onnur. Familjur, íroknað foreldur, abbar og ommur, kunnu verða frelst gjøgnum ein einfaldan vitnisburð frá einum barni. Vinir kunnu verða náddir fyri Kristus eisini. Á henda hátt kunnu børn gerast ein stór signing fyri ta staðbundnu samkomuna.

7.    Børn hava ein stóran part í samkomusøguni. Martin Luther segði: “Um ríki Guds skal koma við kraft, mugu vit byrja við børnunum, og vit mugu læra tey heilt frá vøgguni.”  Charles Spurgeon skrivaði: “Børnum tørvar evangeliið, alt evangeliið, hitt reina evangeliið, tey eiga at hoyra tað, og um tey eru lærd av Anda Guds, eru tey eins før fyri at taka við tí, sum tey í búnum árum. Dean Stone, fyrrverandi forseti í INCM,  sigur, at   “ein boðskapur (til) børn er tann mest virkandi boðskapurin í samkomuni.... framúrskarandi tænasta í tí staðbundnu samkomuni byrjar við barnaárum og arbeiðir seg uppeftir.”

8.    Børnum tørvar tey, sum hava gávur Heilaga Andans. Hesi kunnu boða børnunum gleðiboðskapin og læra tey. Tey eru kallað av Gudi til at geva seg til boðanina av gleðiboðskapinum fyri børnum.  Róm. 1,16.

9.    Við at geva okkum til boðanina av gleðiboðskapinum fyri børnum, dýrdargera vit Gud. Størsta ynski hvørs trúgvandi, ikki bara hjá foreldrum ella lærarum, er at dýrdargera Gud. Tá ið børn verða frelst, liva og vaksa í Harranum Jesusi, dýrdargera tey hann!  Hetta er ávøksturin, Gud hyggur eftir! At boða gleðiboðskapin er neyðugt, so Gud verður dýrdargjørdur!

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).