ProWord
Var tú signaður av at lesa fylgjandi?
Hvønn boðskap tørvar nútíðarbørnum?
1. Teimum tørvar at hoyra um Gud.Gud er frelsunnarkeldan. Børnum tørvar at vita, hvør Gud er, og hvat hann ger.
Børn koma ongantíð at kenna sína ábyrgd fyri synd uttan fyrst at hava eina klára mynd av, hvør Gud er.
Tí læra vit:
- Gud skapti teg (Ápostlasøgan 17,23-29). Tú stendur honum til ábyrgd.
- Gud hevur talað til tín gjøgnum bíbliuna. 1. Korintbr. 3-4. Tað er ábyrgd tín at lurta eftir honum.
- Gud er heilagur og rættvísur. Ápostlasøgan 17,31. Hann má døma teg.
- Gud er góður, og hann elskar teg. Jóh. 3,16. Hann gjørdi tað møguligt hjá tær at verða frelstur.
Læran um synd vísir tørvin á frelsu. Synd og avleiðingarnar av synd eigur at verða greitt frá nágreiniliga og álvarsamt.
Tí læra vit:
- Synd tín er ímóti Gudi. Sálmur 51,6.
- Tú ert ein syndari av náttúru. Efesusbr. 2,3. Og í verkum. Rómbr. 3,23.
- Vegna synd hevur tú uppiborið revsing av Gudi. Róm. 1,18.
3. Teimum tørvar at hoyra um Jesus Kristus.
Læra um Jesus Kristus vísir børnum einasta veg til frelsu. Børnum tørvar at kenna, hvør Jesus Kristus er, og hvat hann hevur gjørt.
Tí læra vit:
- Jesus Kristus er Gud sonurin, hin einasti frelsari. Áp. 9,20.
- Hann doyði fyri teg. Áp. 2,23. 36. 38.
- Hann reis uppaftur fyri teg. Áp. 2,24-32.
- Hann fór aftur til Himmals fyri teg. Áp.2,23-32.
4. Teimum tørvar at hoyra um umvending og trúgv.
At leiða børn til Kristus er ein høvuðspartur av gleðiboðskapinum. Jóh. 6,37; Jóh. 1, 12.
Tí læra vit:
- Jesus Kristus býður tær at koma til sín. Matt. 11,28.
- Tað er neyðugt, at tú vendir tær frá tíni synd til Gud. Áp. 2,38; 20, 21.
- Tær nýtist at líta á Jesus Kristus og geva teg heilt undir hann. Áp. 16,31; 20,21.
Umvending og trúgv innibera heilt og fult aftursvar av sinni, hjarta og vilja til kall Kristusar. Róm. 6,17.