Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Hvønn týdning hevur orð Guds fyri meg?

Hav til fyrimynd hini heilnæmu orð, ið tú hevur hoyrt av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi! 2. Timoteusar bræv 1,13.

1.    Fyrimynd av heilnæmum orðum.
Týdningurin av fyrimynd  í 2.Tim. 1,13 er “ætlan eins byggilistarmans” (arkitekts). Heilt frá byrjan frumsamkomunnar  var ein fastur samandráttur av læruni. Tað var ein “standard”, sum øll læra varð kammað eftir. Timoteus varð ávaraður um ikki at broyta mynstrið í hesi orðing. Um hann gjørdi tað, hevði hann einki, sum hann kundi royna teir við, sum arbeiddu saman við honum við. Vit í 21. øld mugu halda fast við tað, sum Paulus lærdi í 1. øld. Í fyrstu samkomuni var ein filosofi, sum kallaðist antinomianisma, nógv útbreidd. Hon segði: “Vit eru ikki undir lóg.” Hetta hugtak er ikki deytt í dag. Tað eru summi, sum pástanda, at vit eru undir náði – ikki lóg. Tað verður hildið fast uppá, at Nýggja Testamenti er eitt savn av “kærleiksbrøvum” og ikki ein løgligur samandráttur. Summi vraka tað, sum tey kalla “fyrimynd gudfrøði.” Sigur ikki orðafellið “fyrimynd av heilnæmum orðum” at tað er ein lóg, sum vit eru undir? (hygg 1. Korintbr. 9,21; Gal. 6,2)
2.    Halt fast!
Gjøgnum langa tíð hevur verk Guds verðið gjørt av fólki, sum stóðu stinn í royndum. Tað hevði verið so lætt fyri tey at geva eftir. Men tey stóðu stinn. Ápostulin Paulus var ein av hesum, sum ikki læt seg vika. Móti endanum av lívi sínum styrkti hann unga bróður sín í Kristusi, Timoteus. Í 1. Tim.1,11 lesa vit, at Gud hevði litið ápostlinum Paulusi upp í hendur  evangeliið um dýrd hins sæla Guds, og at hann hevði givið tað víðari til Timoteus. 1. Tim. 6,20. Eftir tí, sum 2. Tim. 1,13 sigur, bleiv tað ábyrgd Timoteusar at “halda fast”  og “verja”  sannleikan, sum honum var litin upp í hendur, og aftur lata øðrum hann upp í hendur. 1.Tim.2,2.

3.    Hoyrt frá mær.
Vit trúgva, at Heilagi Andin er Andi sanleikans. Hann gav Timoteusi sannleikan upp í hendur. Tað er bert ein Heilagur Andi og ein sannleiki komin frá honum. Vit trúgva ikki á tveir Heilagar Andar. Og heldur ikki trúgva vit á tveir ella fleiri sannleikar. Gud gjørdi av at senda Heilaga Andan at læra okkum sannleikan. Uttan tænastu Heilaga Andans høvdu vit verið í myrkri. Uttan hann høvdu vit ikki verið før fyri at skilja orð Guds. Vit mugu altíð hava hann sum lærumeistara. Jóh. 16,13. Hann ger okkum før fyri at verja sannleikan og luta hann við onnur.

4.    Trúgv og kærleiki.
Vit mugu eisini geva gætur, at læra Timoteusar mátti verða borin fram við “trúgv og kærleika.” Hann mátti halda sannleikan fram í kærleika, tí hetta var fyrimynd Guds. Gud talar ongantíð sannleika uttan kærleika. Efesusbr. 4,15 sigur: “Sannleikanum trúgv í kærleika.” Tað er so skjótt at blíva ágangandi í ídni okkara at verja sannleikan. Tað er so skjótt at gerast ein heksajagstrari, sum í staðin fyri at halda sannleikan fram, heldur fram sínar egnu tolkingar av sannleikanum og skapir trupulleikar. Ein stutt niðurstøða av læruni um rættvísgering og tað kristna lívið er: “Trúgv ger okkum til harrar, og kærleiki ger okkum til tænarar. Trúgv má altíð verða stýrd og vend á Harran Jesus Kristus, aldri (strangt tikið) trúgv á samkomuna ella trúgv á nakað, sum Harrin hevur boðið okkum at halda. ( t.d. dópin ella breyðbrótingina ).

5.    Í Kristus Jesusi.
Keldan til alla himmalska signing er í Kristusi aleina. Trúgvin  er tólið ella mátin, hvar sálin verður knýtt í livandi og frelsandi samfelag við Frelsaran. T.d.
“og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv.” Filippibr.3,9.

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).