Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Innbjóðing frá Paulusi ápostli

Fyri at eggja okkum at liva gudiliga,  bjóðar ápostulin Paulus í 5. kap í Efesusbrævinum  okkum til hesi støð:

1.   Templið. (Ef. 5, 1-7)

Í templinum minnir ápostulin okkum um offur Harrans Jesusar fyri okkum. Synd er ræðulig, sum ringur roykur fyri Gudi. (Esaias 3,24).

Um vit liva í kærleika, vilja lív okkara  gerast livandi offur. (Rómbr. 12,1-2; Filippibr. 2,17), angandi fyri Gudi. (Jóh. 12,1-8)

2.   Markirnar. (Ef. 5, 8-14)

Síðani fer ápostulin Paulus til markirnar at vísa okkum fruktir og minna okkum á, at tá ið vit ganga í ljósinum, bera vit andaligan ávøkst. (Galatiabr. 5,22-23).

Um vit ganga í ljósinum, kunnu vit ikki hava samfelag við myrkrið (2. Korintbr. 6,14-18).
3.      Keypstaðin. (Ef. 5, 15-17)

Síðani tekur ápostulin okkum til keypstaðin og eggjar okkum til at vera góðir handilsmenn, sum vita, nær høvini eru.

Um vit  ganga í ljósinum, nýta vit tíð okkara væl.

 4.     Veitsluhøllina. (Ef. 5, 18-21)

Síðani fylgja vit ápostlinum til veitsluhøllina (Ef. 5,18-19) fyri at læra, hvussu vit kunnu ganga í ljósinum (Gal.5,16-26).

Um vit ganga í ljósinum, gerast vit glað, takksom og undirgivin hvørjum øðrum.

5.   Heimið. (Ef. 5, 22-23)

Seinasta vitjan Paulusar er til heimið, hvar hann nýtir hjúnalagið sum eina mynd av Kristusi og samkomuni. Kristus elskaði okkum og doyði fyri okkum, men í dag elskar hann okkum og tekur sær av okkum. Hetta inniliga lívið er myndað okkum í Hásonginum og kann gerast ein veruleiki fyri øll, sum geva seg til hansara.

Um vit eru undirgivin Harranum Jesusi, vilja vit gerast øðrum ein signing.

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).