Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Lat okkum venda eygu okkara á Harran Jesus!

“Havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna - og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!
 
 Ja, hugsið um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti - so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara!”  (Hebrerabr. 12,2-3)

Um vit ikki taka eina støðu í lívi okkara, fara onnur og tað, sum hendir rundan um okkum, at gera tað fyri okkum. Tá ið tað hendir, kunnu stúran og vónloysi gerast stór vandamál.

1. Harrin Jesus kendi ætlanir sínar

Tá segði Jesus um hann: "Í dag er frelsa komin yvir hetta hús, við tað at eisini hann er sonur Ábraham.
  Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað. Lukas 19,9-10

Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.
 
 Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.” Jóh. Ev.  3,17-18.

Í Lukas 15, 1-11 hava vit at gera við tað, sum mist er:

Seyðurin varð mistur undir vanligum umstøðum.

Peningurin varð mistur so hissini.

Sonurin varð ikki mistur av óvart.

Áðrenn vit kunnu seta okkum endamál,  mugu vit vita, hvat vit ætla.
2.    Harrin Jesus setti endamál síni grundað á ætlan sína.

Endamál  nr. 1:

Felagskap við Faðir sín.

”Tíðliga um morgunin, fyri dag, fór Hann upp og fór út og burtur til oyðið stað og bað har.
 
 Símun og teir, ið við Honum vóru, skundaðu sær tá aftan á Honum.
 
 Táið teir funnu Hann, søgdu teir við Hann: "Øll leita eftir Tær!"
 
 Tá segði Hann við teir: "Latið okkum fara burt aðrastaðni til smábygdirnar her rundanum, so Eg kann prædika har við! Tí tað var tað, Eg kom til." ” Markus 1,35-38.

Endamál nr. 2:

Lærusveinarnir, sum stóðu honum næst.

“Teir vóru nú á ferð niðan til Jerúsalem; Jesus gekk undan teimum, og teir vóru fullir av ótta, og tey, sum fylgdu við, vóru rødd. Tá tók Hann aftur hinar tólv til Sín og fór at siga teimum, hvussu Honum skuldi gangast:” Mark. 10,32.

Endamál nr. 3:

Tænasta fyri tey fortaptu.

”Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað." Lukas 19,10.

3.    Harrin Jesus vardi  endamál síni móti  meiningum annara.


”Frá teirri tíð byrjaði Jesus at gera lærisveinum Sínum kunnigt, at Hann skuldi fara til Jerúsalem og líða nógv av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin.
 
 Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum og segði: "Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!"
 
 Men Hann vendi Sær á og segði við Pætur: "Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gudi hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!" ” Matteus 16,21-23.


1.    Harrin Jesus kendi ætlan sína.

2    Harrin Jesus setti  endamál síni  grundað á ætlan sína.

3    Harrin Jesus vardi  endamál síni  móti meiningum annara.

Lat okkum venda eygum okkara á Harran Jesus!

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).