Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Leinkjur av greinum

Hví eiga vit at geva okkum í tænastu evangeliums?

Matteus 28,18-20;
Markus  16,15;
Jóhannes 20,21;
Rómbr. 10,13-15;
Ápostlasøgan 13,2-4.

Tað er ein søguligur veruleiki, at tjóðir uttan evangeliið hava meira fátækdømi, brotsverk, sjúku, oyðiløgd heim, børn uttan fyri hjúnalag, havisjúku, rotinskap og kríggj enn tey, sum geva evangeliinum fríar ræsur.

Skrásetingar vísa, at í  6000 ár  hava 14530 kríggj verið førd. Hetta er tað sama sum 2,6 um árið.  Tað kostaði Cæcar 75 dollarar at drepa ein fígginda. Tað kostaði Napoleon 3000 dollarar. Undir fyrra heimsbardaga vóru 21000 dollarar  brúktir fyri hvønn deyðan fígginda. Undir seinna heimsbardaga vóru 200000 dollarar brúktir.
Í dag kosta kríggj umleið  1000000 dollarar fyri hvønn.

 

Read more: Hví eiga vit at geva okkum í tænastu evangeliums?

   

Hví er tað neyðugt at bera børnunum gleðiboðskapin?

Ápostulin Paulus ger greitt í Rómbrævinum 1,16, at evangeliið er “kraft Guds til frelsu, hvørjum tí til frelsu sum trýr.” Seinasta boð Harrans Jesusar til okkara var: “prædikið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum.” Markus 16,15.

1.    Tann fyrsta og mest átrokandi grundin til, at tað er neyðugt at bera børnunum boðskapin, eru avgjørdu boð Harrans Jesusar. Trúgvandi kunnu ikki sleppa sær undan ella ganga uttan um boð hansara. Harrin Jesus vil hava børnini at koma. Mark. 10,14; Matt. 18,14.  Bíbilsk trúboðan er, at tað er neyðugt at bera boðskapin til øll, eisini børnini.

2.    Børn hava ein andaligan tørv. Uttan Harran Jesus eru tey andaliga deyð. Teirra vandamál er synd, og tey mugu líta á Harran Jesus.

3.    Børn eru før fyri at taka ímóti gleðiboðskapinum við einfalt at trúgva. Pat Verbal, barnahøvundur og ráðgevi hjá Intenational Network of Children’s Ministry sigur: “ 75-85% av trúgvandi í dag koma til trúgv, áðrenn tey eru 15.”

Read more: Hví er tað neyðugt at bera børnunum gleðiboðskapin?

   

Hvønn boðskap tørvar nútíðarbørnum?

1.    Teimum tørvar at hoyra um Gud.

Gud er frelsunnarkeldan. Børnum tørvar at vita, hvør Gud er, og hvat hann ger.
Børn koma ongantíð at kenna sína ábyrgd fyri synd uttan fyrst at hava eina klára mynd av, hvør Gud er.

Tí læra vit:
  • Gud skapti teg (Ápostlasøgan 17,23-29). Tú stendur honum til ábyrgd.
  • Gud hevur talað til tín gjøgnum bíbliuna. 1. Korintbr. 3-4. Tað er ábyrgd tín at lurta eftir honum.
  • Gud er heilagur og rættvísur. Ápostlasøgan 17,31.  Hann má døma teg.
  • Gud er góður, og hann elskar teg. Jóh. 3,16. Hann gjørdi tað møguligt hjá tær at verða frelstur.

Read more: Hvønn boðskap tørvar nútíðarbørnum?

   

Hvønn týdning hevur orð Guds fyri meg?

Hav til fyrimynd hini heilnæmu orð, ið tú hevur hoyrt av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi! 2. Timoteusar bræv 1,13.

1.    Fyrimynd av heilnæmum orðum.
Týdningurin av fyrimynd  í 2.Tim. 1,13 er “ætlan eins byggilistarmans” (arkitekts). Heilt frá byrjan frumsamkomunnar  var ein fastur samandráttur av læruni. Tað var ein “standard”, sum øll læra varð kammað eftir. Timoteus varð ávaraður um ikki at broyta mynstrið í hesi orðing. Um hann gjørdi tað, hevði hann einki, sum hann kundi royna teir við, sum arbeiddu saman við honum við. Vit í 21. øld mugu halda fast við tað, sum Paulus lærdi í 1. øld. Í fyrstu samkomuni var ein filosofi, sum kallaðist antinomianisma, nógv útbreidd. Hon segði: “Vit eru ikki undir lóg.” Hetta hugtak er ikki deytt í dag. Tað eru summi, sum pástanda, at vit eru undir náði – ikki lóg. Tað verður hildið fast uppá, at Nýggja Testamenti er eitt savn av “kærleiksbrøvum” og ikki ein løgligur samandráttur. Summi vraka tað, sum tey kalla “fyrimynd gudfrøði.” Sigur ikki orðafellið “fyrimynd av heilnæmum orðum” at tað er ein lóg, sum vit eru undir? (hygg 1. Korintbr. 9,21; Gal. 6,2)

Read more: Hvønn týdning hevur orð Guds fyri meg?

   

Okkum tørvar áræði frá Gudi, tá ið vit eru mótleys

Hebrearabrævið 10, 23. 35.  – øllum fólki Guds tørvar áræði.

1.    Ísaki tørvaði áræði: “Eg vil signa teg í landi, har hungursneyð er!”

”Men HARRIN opinberaðist fyri honum og segði: "Far ikki til Egyptalands, verð verandi í landinum, sum Eg sigi tær!  Búgv sum fremmandur her í landinum, so skal Eg vera við tær og signa teg! Tí tær og avkomi tínum gevi Eg øll hesi lond; Eg skal halda eiðin, ið Eg svór Ábrahami, faðir tínum.” 1. Mósebók 26, 2-3.

1.    Mós. 26, 12 -13.

Tá ið hungursneyð kom í landinum, har Ísakur búði, segði Gud við hann, at hann skuldi ikki fara til Egyptaland, men vera verandi har, hann var. Gud lovaði Ísaki, at í hesum landinum skuldi hann signa hann. Og Gud læt hann hava framgongd, soleiðis at tá ið hann sáaði, har hann var, fekk hann hundrað fold. Ísakur gjørdist størri og størri og hevði framgongd, so hann bleiv sera ríkur.

Á sama hátt kann Gud signa okkum í strevi, pínu, og tá vit ikki røkka mál. Vit kunnu verða freistað til at sleppa okkum undan pínu og hóttan.

Gud lovar at vísa sterku megi sína okkara vegna og letur okkum hava framgongd júst á tí staði, har vit eru hótt og ikki røkka.

Read more: Okkum tørvar áræði frá Gudi, tá ið vit eru mótleys

   

Page 1 of 13

<< Start < Prev 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Next > End >>

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).