ProWord
Var tú signaður av at lesa fylgjandi?
Okkum tørvar áræði frá Gudi, tá ið vit eru mótleys
Hebrearabrævið 10, 23. 35. – øllum fólki Guds tørvar áræði.1. Ísaki tørvaði áræði: “Eg vil signa teg í landi, har hungursneyð er!”
”Men HARRIN opinberaðist fyri honum og segði: "Far ikki til Egyptalands, verð verandi í landinum, sum Eg sigi tær! Búgv sum fremmandur her í landinum, so skal Eg vera við tær og signa teg! Tí tær og avkomi tínum gevi Eg øll hesi lond; Eg skal halda eiðin, ið Eg svór Ábrahami, faðir tínum.” 1. Mósebók 26, 2-3.
1. Mós. 26, 12 -13.
Tá ið hungursneyð kom í landinum, har Ísakur búði, segði Gud við hann, at hann skuldi ikki fara til Egyptaland, men vera verandi har, hann var. Gud lovaði Ísaki, at í hesum landinum skuldi hann signa hann. Og Gud læt hann hava framgongd, soleiðis at tá ið hann sáaði, har hann var, fekk hann hundrað fold. Ísakur gjørdist størri og størri og hevði framgongd, so hann bleiv sera ríkur.
Á sama hátt kann Gud signa okkum í strevi, pínu, og tá vit ikki røkka mál. Vit kunnu verða freistað til at sleppa okkum undan pínu og hóttan.
Gud lovar at vísa sterku megi sína okkara vegna og letur okkum hava framgongd júst á tí staði, har vit eru hótt og ikki røkka.
2. Rakul: ”…og Gud mintist Rakul!”
”Gud mintist nú Rakul; Gud bønhoyrdi hana og opnaði móðurlív hennara.” 1. Mós. 30,22.
Rakul var leingi ófruktbør, og tað sá út, sum Gud hevði gloymt hana. Allar hinar fingu børn, hvør eftir aðra. Tað sá út, sum Rakul var tann einasta, sum onga signing kundi fáa frá Gudi. Nú tá ið tað sá út, sum Gud hevði gloymt hana, sigur skriftin, at ”Harrin mintist Rakul!” Rakul var ikki gloymd! Gud mintist hana og lurtaði eftir rópi hennara. Hann tók burtur vanæru hennara og gav henni ein son. Hon gav honum navnið Jósef. Jósef, sonur Rakul, varð lyftur høgt upp um allar brøður sínar. Jósef hevði eina fagra framtíð sum komandi forsætisráðharri Egyptalands. Hóast Rakul mátti bíða leingi eftir signingini, so var hon óvanlig, tá ið hon endiliga kom, hon bar av øllum.
Hjá okkum sær tað viðhvørt út, sum Gud hevur gloymt okkum, og øll onnur fáa signing eftir signing. Gud, sum mintist Rakul, vil sanniliga minnast okkum og geva okkum eina signing, sum vil vera serlig og væl verd at hava bíðað eftir.
Vit eiga ikki at vera mótleys, men hyggja frameftir við vón og áliti eftir tí serligu signing, sum Gud ger okkum til reiðar.
3. Jákup: ”Eg havi sæð alt tað, ið Laban ger tær!” 1.Mós. 31,12.
1. Mós. 31,12.6.7.41.
Tá ið Jákup hevði liðið ringa viðferð frá Laban í tjúgu ár, segði Gud við hann, at hann skuldi rýma frá Laban og fara aftur til hús faðirs síns. Hann segði við Jákup: ”Eg havi sæð alt tað, ið Laban hevur gjørt tær.” Harrin fríaði Jákup úr hondum Labans. Hóast Jákup hevði verið illa viðfarin og lumpaður av Laban í langa tíð, so var tað ikki Harranum ókent. Gud sá allan órættin og alla kúgan, ið vold var Jákupi, og tíðin kom, tá ið Harrin legði uppí og útfríaði hann.
Í lívi okkara kennir Gud alt tað, sum vit fara ígjøgnum, hvørja pínu og kvøl. Vit eiga ikki at gerast mótleys og halda, at Gud einki veit um allar tær líðingar, vit fara ígjøgnum.
Gud kennir allan órætt og skeiva viðferð, sum okkum er fyri, og hann vil leggja uppí og fría okkum úr hondum teirra, sum kúga okkum og vilja okkum ilt.
4. Elias: ”Tú hevur enn langan veg at ganga!”
”og sjálvur fór hann dagsferð út í oyðimørkina, setti seg undir gývilrunn har, ynskti sær deyðan og segði: "Nú er nóg mikið! Tak nú lív mítt, HARRI, tí eg eri ikki betri enn fedrar mínir!"
Men eingil HARRANS kom uppaftur og nam við hann, aðru ferð, og segði: "Reis teg og et! Annars verður vegurin tær ov langur." ” 1. Kongabók 19, 4. 7.
1. Kong. 19, 1-7, 15-16; 2. Kong. 2,1. 11.
Tá ið lív Eliasar var hótt av Jesabel, gjørdist hann mótleysur og bað um, at hann mátti doyggja. Hann segði við Gud: ”Nú er nokk , læt meg nú doyggja”. Honum tykti, at tað var betri at doyggja enn at liva. Hann sá onga meining í at liva. Hann sá ikki, at Gud enn hevði brúk fyri honum. Gud sendi eingil sín og styrkti hann. Hann segði honum, at hann enn hevði ein langan veg at ganga. Tað vóru enn fleiri umráðandi verk, sum hann skuldi fullføra. Hann skuldi salva tveir kongar og eisini eftirmann sín, Elisa. Eisini var tað ætlan Guds, at Elias skuldi ikki doyggja, men skuldi verða tikin upp til Himmals í eldvagni. Í mótloysi sínum sá Elias ikki ta undurfullu ætlan, Gud hevði við lívi hansara. Í staðin fyri bað hann um at doyggja. Men Gud setti mót í hann og hjálpti honum at fullføra ætlanina við lívi hansara og kalli hansara.
Vit gerast av og til mótleys av tungum byrðum og biðja Gud taka okkum hiðani, tí vit hava fingið nokk av hesum heimi. Vit síggja ikki, at vit enn hava ein langan veg at ganga, og Gud hevur enn nógv arbeiði til okkara.
Gud ynskir at geva okkum áræði at fullføra alt tað, hann hevur lutað okkum at gera í ríki hansara.