Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Ruðuleikin, ið stendst av, at Gud ikki eigur fyrstaplássið

Jeremias 2, 1-37.

Vit finna tríggjar ymiskar søgur hjá profetinum Jeremiasi.

Í fyrstu søguni finna vit tann unga mannin Jeremias. Jeremias var útvaldur av Gudi til eina ógvuliga torføra uppgávu.

Í næstu søguni finna vit  útvalda fólk Guds, Ísrael. Eftir mong ár við gudleysum leiðarum og avgudadýrkan hevði Gud fingið nokk. Hann sendi Jeremias at profetera ring tíðindi, kaldearar fóru at koma.

Í triðju søguni finna vit Gud sjálvan. Ein hjartabrotnan Faðir, sum hevði sæð børn síni fara frá fráfalli til ólýdni.

Tá ið Gud ikki eigur fyrstaplássið í lívi okkara, vilja vit finna okkum sjálv í einari ógvuliga truplari støðu: Ruðuleikan tú kemur tær sjálvum í, tá ið Gud ikki eigur fyrstaplássið.

Hetta var tað, sum hendi útvalda fólki Guds, Ísraelsfólki. Tey fóru at halda seg til onnur fólkasløg og avgudar teirra. Tey giftust øðrum fólkum, sum ikki trúðu á Ísraels Gud. Tað, sum tey við byrjan hildu, at tey kundu halda skil á, tók tey av fótum.

Ávaring  1  -  Tá ið tú fylgir onkrum øðrum enn tí, sum Gud hevur fyriskipað, ert tú á hálari breyt á veg í vanlukku.

Jeremias tók ógvuliga álvarsamt  saman um vandamál Ísraels:

" Men á hvørjum høgum heyggi og undir hvørjum grønum træi legðist tú niður og horaðist” Jer.2,20 b.

 

Fyri Ísrael sá grasið nógv grønari út hinumegin, og skjótt vóru tey á tí síðuni, har tey tilbóðu avgudar og tann falska gudin Ba’al. Tey brendu børn síni sum offur til hin falska gudin Molok. Vers 28 sigur, at tey høvdu líka nógvar gudar sum býir. Tey drivu hor, fóru ikki rætt fram í handli. Gud segði, nú er nokk. Í fyrstuni tyktist tað meinaleyst, sum tá ið barnið spælir við ein glintorm. Áðrenn langt um líður, verður tað álvara. Skjótt tekur tað ræðið, og tú vilt vera í stórum trupulleikum. Tá ið tú fylgir onkrum øðrum enn tí, sum Gud hevur fyriskipað, ert tú á hálari breyt á veg í vannlukku.

Ávaring  2  -   At fylgja ógudiligum leiðarum vil føra til gudleyst lív.

Hetta er júst tað, sum Ísrael gjørdi.  Tey lótu gudleysar leiðarar vera har, tað áttu at verið gudrøknir leiðarar. “Prestarnir søgdu ikki: "Hvar er HARRIN?" Teir, ið fingust við lógina, kendu Meg ikki; hirðarnir fullu frá Mær, og profetarnir profeteraðu í navni Ba’als og hildu seg til teirra, sum ikki eru mentir at hjálpa.” Jer. 2,8.

Ísrael var ein tjóð, hvar teir religiøsu leiðararnir ikki søktu Gud. Dómarar kendu ikki Gud og moralska støði hansara. Kongar gjørdu uppreistur móti Gudi og tæntu sær sjálvum heldur enn Gudi.
Prædikumenn prædikaðu Ba’al  heldur enn orð Guds. Tá ið vit byrja at fylgja gudleysum leiðarum, vil tað ikki ganga long tíð, til vit eru sokkin í teirra máta at liva uppá.

Ávaring  3  -  At seta sítt egna fram um Gud vil føra til  mistøk.

Ísrael helt sínar egnu vegir vera betri enn vegir Guds:

“Tí tvinnanda ónt hevur fólk Mítt gjørt: Mær, kelduni við hinum livandi vatni, vendu tey bakið og gróvu sær brunnar, brunnar við sprungum, sum ikki halda vatni.” Jer. 2,13.

Ísrael kundi havt eina kalda, fríska, rennandi keldu av vatni, men tey vildu ganga sínar egnu vegir og vóru nøgd við spilt vatn úr brunnum við sprungum.

At seta sítt egna fram um Gud  vil føra til mistøk.

Ávaring  4  -  Aftur og aftur ikki at vilja lurta eftir førir til eitt hart hjarta.

Ísrael vildi ikki viðganga, at tey vóru á skeivari leið, og iðra seg um tað illa. Avleiðingarnar vóru herðað hjørtu, og at tey blivu við at standa ímóti. At enda vendi Gud  teimum bakið, tí tey vóru ólýðin.

”Tí bakið og ikki andlitið hava tey vent Mær! ” Jer. 2,27 b.

Hvat var endin av ólýdni teirra?  Kapitul 37 sigur okkum, at Gud loyvdi teimum ráðandi í Bábel at koma ímóti Jerúsalem. Teir kringsettu býin og brutu at enda inn í hann. Fyri sítt ólýdni varð kongurin í Juda tikin. Hann sá, meðan teir drupu synir hansara. Eygu hansara vórðu stungin út, og hann mátti sita leinkjaður í einum fangahjallara restina av lívi sínum. Í Jerúsalem varð templið brent, grøðin varð forkomin, og heilar familjur vórðu dripnar. Tað mesta av fólkinum varð flutt í útlegd til Bábel og gjørt til trælir.

Ávaring  5  -  Synd hevur avleiðingar.


Tað verður kanska ikki nú ella í næstu viku, men synd hevur sínar avleiðingar.

 ..... “ kenn tí og síggj, at tað er ónt og beiskt, at tú vendir HARRANUM Gudi tínum bakið,” Jer. 2,19 b.

Vit kunnu verða freistað til at hugsa, at av tí at eingin av okkum er fulkomin og øll á ein hátt merkt av hesum, sum bíblian kallar synd, og av tí at Gud er góður, ger tað ikki so nógv. Hann vil síggja millum fingrar við smáu feilum okkara. Tíverri er støðan álvarsamari enn so. Hóast Gud elskar okkum høgt, eru heilagleiki og rættvísi hansara so, at hann tolir ikki tað illa. Soleiðis sum profetarnir Habakkuk og Esaias siga tað, “ Tú, hvørs eygu eru rein, so Tú fært ikki hugt uppá ilt, og sum tolir ikki hitt skeiva .” Habakkuk 1,13. ( Ensk ums.)  “- Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara, og syndir tykkara fjala andlit Hansara fyri tykkum, so Hann hoyrir ikki.”  Esaias 59,2.

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).