Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Teir fóru frá øllum og fylgdu honum

Lukas 5, 1-11.

Ætlan nr. 1.
Gud er til reiðar at læra teg!

Ein dagin, Jesus stóð við Genesaretsjógvin, flokkaðust nógv fólk um hann og lurtaðu eftir orði Guds. Luk. 5,1.

Setningur nr. 1.
Um eg eri til reiðar at lurta, er Gud til reiðar at læra meg!

Ætlan nr. 2.
Gud er til reiðar at vísa tær kraft sína!

Hann sá tveir bátar liggja har við vatnið; fiskimenninir vóru farnir frá teimum og tókust við at skola gørnini. Tá fór Hann inn í annan bátin, tann hjá Símuni, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi. So settist Hann niður og lærdi fólkið úr bátinum. Táið Hann helt uppat at tala, segði Hann við Símun: "Legg út á dýpið, og setið út gørn tykkara eina setu!" Tá svaraði Símun Honum: "Meistari! Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini." Táið teir gjørdu tað, fingu teir stóra mongd av fiski; og gørn teirra skrædnaðu. Tá veittraðu teir eftir feløgum sínum á hinum bátinum, at teir skuldu koma og hjálpa teimum; teir komu tá, og teir fyltu báðar bátarnar, so teir mundu sokkið. Luk. 5, 2-7.

Setningur nr. 2.
Um eg eri undirgivin,  vil Gud vísa mær kraft sína!

Ætlan nr. 3.
Gud er til reiðar at brúka teg!

Táið nú Símun Pætur sá hetta, fall hann niður fyri knøum Jesusar og segði: "Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!" Tí ræðsla var komin á hann og allar teir, ið við honum vóru, av hesi fiskaveiði, ið teir høvdu fingið, somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Zebedeus, sum vóru felagar Símunar. Men Jesus segði við Símun: "Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju." Teir fóru so at landi við bátunum og fóru frá øllum og fylgdu Honum. Luk.5,8-11.

Setningur nr. 3.
Um eg eri eyðmjúkur, er Gud til reiðar at brúka meg.!

Læra frá Gudi:

Um eg eri til reiðar at lurta, er Gud til reiðar at læra meg.
Um eg eri undirgivin, er Gud til reiðar at vísa mær kraft sína.
Um eg eri eyðmjúkur, er Gud til reiðar at brúka meg!

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).