Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Við føtur Harrans Jesusar

1. Fyrigeving fyri synd – Lukas 7,38.  

Hóast farisearin hevði bjóðað Harranum Jesusi inn, setti hann seg ongantíð við føtur hansara. Hann ynskti at sita við borð hansara. Kvinnan hevði ikki boðið Harranum Jesusi heim til sín
(kanska hevði hon einki heim) , men hon var vitandi um sítt størsta vandamál:  Synd.  Hon var greið yvir, at tað var neyðugt at fáa fyrigeving fyri synd hennara. Hon hevði borið synd sína og lagt hana við føtur Harrans Jesusar.
Harrin Jesus er Gud, sum fyrigevur synd!

2. Røtt læra – Luk. 10,39.

Maria visti, at hon hevði fyri neyðini at læra. Tað var Marta, sum beyð Harranum Jesusi vælkomnum í heim teirra í Betania, men tað var Maria, sum setti seg við føtur Harrans Jesusar. Hon hevði lært hetta, at okkum tørvar at lurta. Tað er satt, at tað var ikki Maria, sum beyð Harranum Jesusi inn, men hon tók plássið, sum var tað besta fyri hana, við føtur Jesusar! Tað var “hin góði luturin” (Luk. 10,42).
Harrin Jesus er Gud, sum er sannleikin, og hann kennir okkum og elskar okkum!
3. Troyst - Jóhs. 11,32.

Maria upplivdi missin av bróður sínum, Lazarus. Hon var ikki við grøvina, sum jødarnir hildu. Hon skilti, at hon ikki kundi vænta nógva troyst frá menniskjum, sum sjálv høvdu vandamál at stríðast við. Maria hevði tikið tað rætta plássið við føtur Harrans Jesusar. Bara hann kann troysta. Í staðin fyri sorg og vónbrot kom Harrin Jesus við gleði til hjarta hennara.
Harrin Jesus er Gud, sum tekur sær av okkum í vandamálum okkara!

4. Lívið hjá einum barni – Luk. 8,41.

Deyðin hjá einum barni hevði ført Jairus til Jesus. Hann fann hann og fall niður fyri føtur hansara. Hann gjørdi sær greitt, at eingin kundi geva barni hansara lívið aftur. Jairus ásannaði tann sanleika, at børn uttan Jesus eru deyð. Meira enn kærleika foreldranna, at kunna anda, tak yvir høvdið, mat og klæði,  tørvar børnum Harran Jesus. Jairus visti, hvønn  hann skuldi venda sær til, nú barn hansara var deytt.
Harrin Jesus er Gud, sum vil geva øllum børnum lív!

5. Takksemi – Luk. 17,16.

Tíggju spitalskir komu til Harran Jesus, og hvør einstakur av teimum upplivdi kærleika Guds. Teir vóru allir reinsaðir frá spitalsku. Teir fóru aftur til vanliga lív sítt.  Bara ein av teimum, samariubúgvin, var klárur yvir, hvørjum hann skuldi takka fyri hjálpina. Hann kom aftur og fall niður fyri føtur Harrans Jesusar.  Tað sjáldsama við hesum er ikki, at bara hesin eini kom aftur, men tað, at hinir níggju ikki komu. Samariubúgvin var endurnýggjaður á tvinnanda hátt: Likamliga og andaliga. Takksemið vísti, at hann var andaligur.
Harrin Jesus er Gud, sum er verdur tøkk okkara!

6. Sigur yvir ótta – Opinberingin 1,17-18 a.

Tá ið ápostulin Jóhannes sá Harran Jesus í dýrd hansara, bleiv hann óttafullur. Hann kendi Harran Jesus, hann hevði ferðast saman við honum, hann hevði hoyrt hann læra, hann hevði nomið við hann. Tá ið hann sá hann í dýrd hansara, fall hann, so gamal sum hann var, niður fyri fótum hansara! Hann visti væl, at Harrin Jesus var hin fyrsti og hin síðsti. Tøgn fall á hann, fyri at Harrin Jesus kundi tala. Ápostulin Jóhannes er eitt gott dømi um ein persón, sum livir fyri Harran Jesus. Hann skilti, at tað besta stað, ein kann vera í, er við føtur Harrans Jesusar.
 Harrin Jesus er Gud, verdur allan heiður og æru okkara!

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).