Var tú signaður av at lesa fylgjandi?



Results

Viðurkenna sær Frelsaran. Hvør er hann?

Jóh. Evangeliið 1,1-3

Hvør er Harrin Jesus?  Hvat er Harrin Jesus fyri teg!

Harrin Jesus er Harri  sum skapari! ( Jóh. Ev. 1,1-3,  Efesusbr.3,9,  Kolossebr.1,16, Hebr. br.1,1-2).

Hin kendi fríteinkjarin Robert Ingersol vitjaði Henry Ward Beecher og sá har ein vakran globus, sum vísti stjørnuhimmalin. “Hetta er júst tað, sum eg ynski mær”, segði hann eftir at hava skoðað hann gjølla.  “Hvør hevur gjørt hann?” “Hvør hevur gjørt hann?” endurtók Beecher við pátiknum bilsni. “Hví? ongin hevur gjørt hann, hann kom bara”.

Hann er ikki ein partur av skapanini, hann er skaparin. Hann líkist ikki jólamyndunum, sum gjørdar verða. Hann er skaparin, og tí er hann Harrin! Er hann harri tín?

 

Harrin Jesus er frelsarin, tí hann doyði og reis upp! (Jóh.1,29, 3,16-17).

Um størsti tørvur okkara hevði verið upplýsing, hevði Gud sent okkum ein lærara.
Um størsti tørvur okkara hevði verið tøknifrøði, hevði Gud sent okkum ein tøknifrøðing.
Um størsti tørvur okkara hevði verið peningur, hevði Gud sent okkum ein búskaparfrøðing.
Um størsti tørvur okkara hevði verið stuttleiki, hevði Gud sent okkum ein skemtara.

Men størsti tørvur okkara var syndafyrigeving, tí sendi Gud okkum ein frelsara.
Hann er vinur syndara (samverska kvinnan- Jóh. 4,1-30, teirra seku í hjúnarbandsbroti- 8,1-11) Sum Harri hevur hann kraft at frelsa! Hann er heimsins einasti frelsari! (Jóh. 14,6, Ápostlasøgan 4,12).

Harrin Jesus kemur skjótt aftur sum dómari! (Jóh.5,22,  Rómbr. 2,16; 14,10;  2.Timoteusbr.4,1).

Teimum, sum hann ikki er frelsari, verður hann dómari! Tað er betri, at vit boyggja okkum fyri honum, áðrenn tað verður ov seint!

Harrin Jesus er ein vinur hjá øllum, sum vilja loyva honum tað.

Tá ið ljóst er í lívi okkara (brúdleypið í Kana, Jóh.2,1-11).
Hjá teimum, sum eru illa fyri andaliga (Nikodemus, Jóh. 3,1,21,  Pætur, Jóh. 21,15-17).
Hjá teimum sjúku (sonur embætismansins, Jóh. 4,47-54, Betesda, Jóh. 5,1-9, blindum, Jóh 9,6-7).
Hjá svongum og fátækum (5000, Jóh. 6,10-13).

Vit kunnu hava eina meining um natúrligu frástøðuna millum Gud og menniskjað, men tómrúmið má verða fylt av Messias! Hann er Harrin, frelsarin, dómarin og vinurin.

James N. Spurgeon wrote:

'A job is at your choice; a ministry is at Christ's call. In a job you expect to receive; in a ministry you expect to give. In a job you give something to get something; in a ministry you return something that has already been given to you. A job depends on your abilities; a ministry depends on your availability to God. A job done well brings you praise; a ministry done well brings honour to Christ.'

This ministry is to bring honour to our Lord and Saviour Jesus Christ!

You can copy and use material of this site provided that you mention our ministry to the Father and you do not alter the content. You are also invited to tell your listeners or readers where you have got this material: www.proword.eu, which is Proclaiming the Word! (CEF International Bible Teaching Ministry).